NSÍ, B36, KÍ og HB hava tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Her ber til at síggja øll málini í fjórðingsfinalunum, ið vórðu spældar skírisdag

Skírisdag, hósdagin 13. apríl, vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Og við sigri á ávikavist TB/FCS/Royn, Víkingi, ÍF og EB/Streymi, hava NSÍ, B36, KÍ og HB spælt seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini.

 

Hálvfinalurnar verða spældar 10. og 25. mai. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 26. august.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini í fjórðingsfinalunum.