Olanta Højsted Norðbúð er leygardagssamskipari hjá KÍ. FSF varpið hevur verið við henni til arbeiðis við Djúpumýru
Millum uppgávurnar hjá leygardagssamskiparanum er at fyrireika vøllin og syrgja fyri, at karmarnir til mongu barna- og ungdómskappingarnar við Djúpumýru eru góðir.
Fyri at varpa ljós á tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt rundanum fótbóltin í Føroyum, hevur FSF varpið verið við Olantu til arbeiðis.