Lars Olsen var væl nøgdur við fyrstu venjingarnar sum føroyskur landsliðsvenjari
Um vikuskifti hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari, sína fyrstu landsliðssamling. 34 leikarar høvdu fingið boð, men vegna skaðar og annað, møttu 26 leikarar til venjing í Gundadali leygardagin og sunnudagin.
– Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin ið leikararnir hava vístu undir venjingunum. Tað sást sjálvandi aftur at teir hava havt ein longri steðg, men saman um tikið vístu allir gott fótbóltsspæl. Allir vildu vísa seg fram, og tað var hugaligt, segði Lars Olsen eftir venjingina.
Í løtuni liggja Føroyar á 114. plássi á FIFA-styrkislistanum, í mun til nummar 195, sum føroyska landsliðið var á, fyri eini fýra árum síðani. Og at fáa Føroyar longur upp eftir listanum, er nakað, nýggi føroyski landsliðsvenjarin, vil arbeiða fram ímóti.
– Vónandi kann útviklingin, ið hevur verið í føroyskum fótbólti seinastu 3-4 árini, halda fram, og næstu tíðina skulu vit helst nærkast teimum londunum, sum í núverandi løtu liggja frammanfyri okkum á styrkislistanum, sigur Lars Olsen.
Tað er ein royndur maður, bæði sum leikari og venjari, ið næstu tvey árini skal standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Í 2006 varð Lars Olsen valdur til ársins venjara í Danmark, og síðani tá hevur hann vant lið í Superliguni, við góðum úrslitum. Men seinasta árið hevur nýggi føroyski landsliðsvenjarin verið arbeiðsleysur, og tað er tí ein spentur venjarin ið nú hevur høvuðsábyrgdina av føroyska A-landsliðnum.
– Fyri framman stendur ein spennandi uppgáva. Tað sum eg havi sæð og uppliva higartil, í samband við starvið sum føroyskur landsliðsvenjari, hevur verið sera positivt. Leikararnir síggja eisini út til at vera spentir til tað ið stendur fyri framman, segði Lars Olsen eftir venjingarnar um vikuskifti.
Næsta venjing hjá A-landsliðnum verður eftir ætlan mikudagin 8. februar. Síðani verður ein hópur við 20 leikarum úttikin til venjingarlegu á La Manga í Spania, sum verður um mánaðarskifti februar-mars.