U21: Lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri U21-landslið er nú avgreitt. Føroyar komu í bólk saman við Danmark, Póllandi, Finnlandi, Litava og Georgia. Fyrsti dystur verður í juni, á útivølli ímóti Litava
– Hetta var eitt spennandi lutakast fyri okkum, og dystarskráin sær eisini gott út. Givið er, at mótstøðuliðini eru góð, men skulu vit menna okkum, so skal sterk mótstøða til, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið. Føroyar komu í bólk C saman við Danmark, Póllandi, Finnlandi, Georgia og Litava.

– Danmark og Pólland eru sterkastu londini í bólkinum, og harafturat kenna vit eisini eitt sindur til Finnland, sum vit høvdu stórar trupulleikar av í seinastu undankapping. Hinvegin kenna vit ikki so nógv til Georgia og Litava.

– Nú gleða vit okkum bara til at koma í gongd, og ætla okkum stig í undankappingini, samstundis sum hesir U21-leikararnir væntandi fara at menna seg enn meira ávegis A-landsliðsfótbólti, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Dystarskráin
2017
08.06.2017 Litava – Føroyar
01.09.2017 Føroyar – Danmark
05.09.2017 Finnland – Føroyar
10.10.2017 Føroyar – Georgia
10.11.2017 Føroyar – Pólland

2018
23.03.2018 Georgia – Føroyar
08.06.2018 Føroyar – Finnland
07.09.2018 Pólland – Føroyar
12.10.2018 Føroyar – Litava
16.10.2018 Danmark – Føroyar