Í samband við ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, ið FSF skipaði fyri farna vikuskifti, tosaði Frank Ludolph, útbúgvingarleiðari hjá UEFA, um týdningin av væl skúlaðum venjarum

Útbúgving av fótbóltsvenjarum hevur avgerandi týdning fyri menningina av okkara ítróttargrein. Tað heldur Frank Ludolph, leiðari fyri fótbóltsútbúgving hjá UEFA, ið var í Føroyum í samband við ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt farna vikuskiftið.

 – Skikkaði venjarin hevur ein lyklaleiklut, og væl útbúnir venjarar menna betri spælarar, sigur Frank Ludolph, sum hevur arbeitt hjá UEFA í 20 ár.

Týskarin, ið ferðast nógv kring um í heiminum í samband við millum annað grasrótararbeiði hjá UEFA, er væl nøgdur við ráðstevnuna, sum FSF skipaði fyri annað árið á rað, har venjarar og fótbóltsfólk úr flest øllum feløgum í Føroyum tóku lut.

 – Hetta var ein góð uppliving. Luttakararnir vóru hugagóðir, ynsktu at læra og tosaðu saman sína millum. Tílík tiltøk hava stóran týdning, tí tú kemur í samband við tey røttu fólkini úr øllum økjunum, og fært sostatt beinleiðis ávirkan á menningararbeiðið, ið verður gjørt, sigur Frank Ludolph.

UEFA skipar javnan fyri slíkum ráðstevnum fyri limalondini, og útbúgvingarleiðarin hjá UEFA fegnast um, at FSF og onnur fótbóltssambond nú taka stig til at skipa líknandi tiltøk í teimum einstøku londunum.

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen