Fyrsti landsdysturin eftir drúgva steðgin endaði í sigursrúsi, tá U21 dreingirnir vunnu 3-1 á Ísrael


Hóast ísraelar vóru omaná fyrstu løtuna av dystinum, so funnu U21 dreingirnir stevið og vendu gongdini í seinna hálvleiki. Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen skutu føroysku málini.

Við sigrinum hava Føroyar fingið fyrstu stigini í undankappingini. Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður á Tórsvølli týsdagin kl. 14.00, og tá er mótstøðuliðið Norðurmakedonia.

Myndir: Bjarni Enghamar