Við málum frá Brá Zakariasardóttir, Tórunn Højgaard Joensen og Tóru Mohr vann kvinnulandsliðið hósdagin 3-2 á útivølli ímóti Georgia

——————

Tað sá leingi út til, at føroysku kvinnurnar fóru at koma tómhentar úr Tbilisi í Georgia. Men í seinastu minuttunum vendu tær einum hóttandi tapi til sigurs. Úrslitið gjørdist 3-2 til Føroyar, eftir 1-1 í hálvleikinum.

Tá eitt korter var spælt legði Bebia Maiko heimaliðið á odda við brotssparki, meðan Brá Zakariasardóttir beint fyri steðgin syrgdi fyri útjavnandi málinum.

Í seinna hálvleiki var tað aftur Georgia, ið koma á odda tá Nino Bukhrikidze í 53. minutti skoraði til 2-1.

Men okkara kvinnurnar fullu tó ongantíð í fátt, og tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Tórunn Højgaard Joensen til 2-2 við brotssparki, áðrenn Tóra Mohr í 91. minutti skoraði til 3-2 til Føroyar.

Við sigrinum enda Føroyar á øðrum plássi í bólkinum við seks stigum, og um væl spælir av, so kunnu Føroyar koma víðari sum ein av bestu 2’arunum.

Stigatalva og leikskrá (HM-undankapping / bólkur C4)

Myndir: Jóhanna Thomsen