Vegna vánalig veðurlíkindi verður ongin steypafinala spæld leygardagin. Ístaðin verður steyparómur á Tórsvølli hóskvøld, fríggjakvøld og sunnudag


Veðurforsøgnin leggur ikki upp til fótbólt seint fríggjakvøldið og leygardagin. Tí er avgjørt at flyta steypafinalurnar hjá gentum U15 og U18, dreingjum U17 og finaluna hjá kvinnum. 

Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli, og tær eru nú ásettar soleiðis: 

Hóskvøldið 19.11.2020
Mótasteypið U18 gentur: EBS/Skála – B36 kl. 19.00 (Rás1)

Fríggjadagin 20.11.2020
Blaðberasteypið U17 dreingir: KÍ – HB kl. 17.00 (Rás1)

Vegna veður er finalan um Blaðberasteypið útsett til sunnudagin 22. november klokkan 12:30

Sunnudagin 22.11.2020
Eilif Arge steypið U15 gentur: Skála – HB kl. 15.00 (Rás1)
Steypafinalan kvinnur: KÍ – NSÍ kl. 17.30 (Kringvarpið)