Sunnudagin, aftaná stórsteypadystin millum NSÍ og KÍ, sum klaksvíkskvinnur vunnu 2-1, var trekt lut til fyrsta umfar og fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum


Fyrr í dag gjørdist greitt, hvussu spælast skal í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

Heidi Lava Elgeirsdóttir var gestur í sjónvarpsstovuni hjá Televarpinum, sum til dagsins lutakast var í FSF húsinum á Tórsvølli.

Níggju lið eru við í kappingini í ár – tey átta liðini í Betrideildini og FC Suðuroy – og tað hevur við sær, at ein dystur verður spældur í fyrsta umfari, áðrenn farið verður til fjórðingsfinalurnar.

Fyrst liðini úr glasbollanum vóru HB og FC Suðuroy, sum møtast í 1. umfari, og vinnarin av teimum báðum skal so spæla ímóti steypavinnarinum frá í fjør, NSÍ á útivølli í fjórðingsfinaluni.

1. umfar, 21. mai
HB – FC Suðuroy

    Fjórðingsfinalur, 18. juni
    Skála – 07 Vestur
    KÍ – FC Hoyvík
    NSÍ – HB / FC Suðuroy
    Víkingur – B36

    Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vera spældar 3. og 14. septembur, og tvær vikur seinni, leygardagin 27. septembur verður finalan á Tórsvølli.