Fyrr í vikuna var varaforsetin í UEFA, Karl-Erik Nilsson, ið eisini er forseti í svenska fótbóltssambandinum, á stuttari vitjan í Føroyum​

– Vit fingu eitt gott prát, og høvdu ein góðan fund, og tað er eisini sera hugaligt, at høgtstandandi persónar í europeiskum fótbólti vísa okkum ans. Harafturat vísir hetta, at vit, sjálvt um vit eru millum minstu londini í UEFA, verða tikin seriøst, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Fyrr í vikuni var varaforsetin í UEFA, Karl-Erik Nilsson, sum eisini er forseti í svenska fótbóltssambandinum, á stuttari føroyavitjan. Karl-Erik Nilson hevur drúgvar royndir í fótbóltinum, og serliga innan døming hevur hann gjørt seg galdandi. Hann hevur dømt á hægsta støði í Svøríki, og hevur eisini verið altjóða dómari í nógv ár.

 

Á føroyavitjanini nýtti Karl-Erik Nilsson høvið at hitta FSF-forsetan, Christian F. Andreasem, og borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen. Á fundunum var serliga tosað um um- og útbyggingina av Tórsvølli.

 

Umframt at vera fyrstvaldi varaforseti í europeisku fótbóltssamgonguni, og forseti í svenska fótbóltssambandinum, er Karl-Erik Nilsson eisini formaður í HatTrick-nevndini hjá UEFA, sum lutvíst fíggjar leikvøllir í limalondunum.

 

Við Karl-Erik Nilsson hava norðurlond góða umboðan á hægstu rókum í UEFA, og vitjan varaforsetans í Føroyum er liður í arbeiðinum at fáa innlit í grannalondini, og umstøðurnar, sum fótbólturin hevur á okkara leiðum.

 

Christian F. Andreasen og Karl-Erik Nilsson – Mynd: Hans Erik Danielsen