Allan Mørkøre er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og hann hevur havt eina rúgvu av spennandi upplivingum á síni fótbóltsleið, sum millum annað hevur bjóðað upp á trý FM og 54 A-landsdystir

– Í hálvleikinum segði eg við læknan, at eg kundi ikki spæla meir. Men hann tók ”gaffa-teyp”, bant stramt um lærið, og so fór eg út til seinna hálvleik. Og bara fáar minuttir seinni javnaði eg til 1-1, sum so endaði við at vit vunnu 2-1 á HB og gjørdust føroyameistarar, fortelur Allan Mørkøre millum annað í FSF Varpinum.

 

Gesturin hesaferð hevur havt nógvar spennandi og stuttligar upplivingar sum fótbóltsspælari. Í Føroyum hevur Allan Mørkøre spælt fyri KÍ, HB, B36, AB, FC Hoyvík og B71. Allan hevur eisini roynt seg uttanfyri landoddarnar. Í seinnu hálvu í 1999 og fyrru hálvu í 2000 spældi Allan Mørkøre við ÍBV í Íslandi. Í landsliðshøpi gjørdist tað til 54 altjóða A-landsdystir og eitt mál fyri Føroyar.

 

– Ta einu tíðina fingu vit klædningar, sum vóru grønir. Buksurnar vóru alt ov stuttar, so vit sóu eitt sindur stuttligir út. Men tá var mest spennandi at síggja, hvat Jan Allan Mullar kom í, tí hann var altíð eitt sindur øðrvísi, hvat klæðum viðvíkur, fortelur Allan við einum stórum smíli.

 

Allan Mørkøre ger ikki so nógv við fótbóltin í dag, men tó, saman við Edmundi Jacobsen er Allan vorðin venjari hjá føroyska landsliðnum fyri menningartarnað, sum í vikuskiftinum skulu til kapping í Íslandi.