Tað var als ikki av tilvild, at tað bleiv Meinhard Olsen, ið skuldi taka sær av brotssparkinum, tá føroyska U21-landsliðið fekk møguleikan úr ellivu metrum ímóti Póllandi

– Aftaná hvørja venjing fram til dystin brúkti eg eini tíggju minuttir at venja brotsspørk. Rennilagið og teknikkurin skuldi fáast upp á pláss, og tað var viktugt, at eg setti vinstra bein fram fyrst. Eg føldi meg eisini tryggan í støðuni, tá eg rann til bóltin, sigur Meinhard Egilsson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin eydnaðist tað enn einaferð føroyska U21-landsliðnum at fáa stig í einum EM-undankappingardysti. Tað var kortini so sera nær við, at Føroyar fingu øll stigini, men í 94. minutti javnaðu póllendingar til 2-2.

 

Pólland kom á odda í 35. minutti, við brotssparki, ið liðskiparin, Dawid Kownacki, sum spælir fyri italska stórfelagið Sampdoria, skoraði trygt.

 

Beinanvegin eftir steðgin setti føroyska liðið seg á dystin, og tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki dømdi dómarin brotsspark til Føroyar. Meinhard Egilsson Olsen var settur at skjóta.

 

Runavíkingurin í B36 var ísakaldur, tá hann sendi pólska málverjan til vinstru, og trillaði bóltin til høgru. Men mátin, ið sparkið varð avgreitt uppá, var als ikki nøkur tilvild, og tað ávirkaði heldur ikki Meinhard, at liðskiparin hjá Póllandi royndi at forstýra hann eitt sindur áðrenn sparkið.

 

– Nei, tað rørdi meg slett ikki, at hann royndi at órógva meg tá eg skuldi skjóta, tí eg var sikkur í at skora. Eg hevði sum sagt vant nógv at skjóta straffi, og sjálvt á hotelkamarinum vandi eg rennilagið til bóltin, sigur Meinhard Olsen, sum triðja dystin upp í slag skoraði á U21-landsliðnum.

 

Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla legði Bjarni Petersen Føroyar á odda, og leingi sá út til, at øll stigini blivu verðandi í Føroyum. Men fýra minuttir eftir at vanliga tíðin var farin, javnaði Pólland til 2-2.

 

Næsti dystur hjá føroyska U21-liðnum verður 23. mars komandi ár, tá útidystur móti Georgia er á skránni.

 

Niðanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum Føroyar og Pólland.