Í sambandi við landsdystin á Tórsvølli í kvøld fríggjakvøldið 4. september kl. 19.45 millum Føroyar og Norðurírland, vilja vit gera teg varugan við nøkur praktisk viðurskifti fyri at betra um tína uppliving
Tórsvøllur letur upp kl. 18.00. Andlitsmáling verður við No 12 í nýggja FSF húsinum. Gevið gætur, at atgongd til No 12 krevur atgongumerki til dystin.

Atgongumerki
Tú hevur fingið keyptu atgongumerkini sendandi í teldubrævi. Øll tíni atgongumerki skulu printast á hvør sítt ark. Atgongumerkini eru einans gildug í A4-stødd við lesiligari strikukotu. Tríggjar strikukotur eru á hvørjum atgongumerki.

Atgongumerkini verða skannaði við inngongdina. Týdningarmikið er, at tú ert greið/ur yvir, hvør tín inngongd er. Tá tú ert komin inn á Tórsvøll, ber ikki til at fara út; og síðani koma innaftur. Hvørt atgongumerki kann bert skannast einaferð.

Eru trupulleikar ella ivamál, kanst tú venda tær til FSF Leiðbeiningina, ið er á parkeringsøkinum við nýggja FSF-húsið.

Tað er strangliga bannað at selja atgongumerki til hægri kostnað, enn tey eru keypt fyri. Verður brot framt á hesa reglugerð, verða atgongumerkini strikaði, og atgongd verður noktað.

Inngongdir
Gevið gætur, at Tórsvøllur hevur fleiri inngongdir. Tín bólkur avger, hvørja inngongd tú skalt brúka:

Inngongd B
Bólkur 102-104

Inngongd C
Bólkur 105-108

Inngongd G
Bólkur 109 og 209-213

Inngongd H
Bólkur 110-113 114-118

Inngongd K
Bólkur 119-121

Royking
Tórsvøllur er roykfrítt øki. Tað er ikki loyvt at roykja nakranstaðni á Tórsvølli.

Parkering
Útselt er til dystin, og tí heita vit á fólk um at møta í góðari tíð. Fólk við bili kunnu parkera á øllum almennum parkeringsøkjum, men vit gera vart við, at hesi eru avmarkaði.

Vælkomin á Tórsvøll.

Blíðar heilsanir

Fótbóltssamband Føroya