Í døgunum 7. til 10. september var FSF vertur fyri altjóða ráðstevnu, nevnd ”Study Group”. Luttakandi londini vóru úr Føroyum, Ungarn, Gibraltar, Makedonia, Liktinstein og Georgia, og evnið á ráðstevnuni var kvinnufótbóltur

– Afturmeldingarnar frá luttakarunum vóru góðar, og tey vóru eisini bergtikin av hvussu væl okkara land er skipað, eisini innan fótbólt. Tiltakið eydnaðist væl, við góðum samstarvi millum fyrireikarar, hotel, flutningsfelag, luttakandi felag og aðrar veitarar. Vit fingu víst okkum frá okkara bestu síðu, og prógvaðu, at tað ber til at vera vertir fyri stórum tiltøkum í Føroyum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

 

Í døgunum 7. til 10. september var Fótbóltssamband Føroya vertur fyri altjóða ráðstevnu, nevnd ”UEFA Study Group”. Luttakandi londini vóru Føroyar, Ungarn, Gibraltar, Makedonia, Liktinstein og Georgia. Endamálið við tiltakinum er, at lond fáa høvi at vitja hvørt annað og deila vitan um ávís evni.

 

Vertslandið stendur fyri at gera skránna, og harumframt hevur hvørt landið eina framløgu, har kunnað verður um støðuna í teirra landi. Evnið hesaferð var kvinnufótbóltur.

 

Ráðstevnan, sum varð hildin á Hotel Føroyum, byrjaði seinnapartin hósdag við at FSF-forsetin, Christian F. Andreasen, bjóðaði fremmandu gestunum vælkomin. Síðani varð farið á Tórsvøll at sparka, áðrenn Ørvaroddarnir borðreiddu við grillaðum lambi.

 

Fríggjadagin vóru fyrilestrar á skránni fyrrapartin, meðan seinnapartin var vitjað hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, har umboð fyri KÍ greiddu frá um felagið og serliga um kvinnulið felagsins, ið sum kunnugt hevur heimsmet í meistaraheitum. Eisini varð hugt eftir barnavenjingum, og luttakararnir fingu innlit í, hvussu tær verða skipaðar í KÍ.

 

Tíðliga leygardagin vóru fyrilestrar á hotellinum, og síðani vóru praktiskar venjingar á Tórsvølli, har gentur úr HB og B36 luttóku. Seinnapartin var stutt útferð til Kirkjubøar, áðrenn steypafinalan hjá kvinnum var á skránni. Ráðstevnan endaði við borðhaldi í Müllers pakkhúsið, har Tórshavnar kommuna var vertur.

 

– Tað er umráðandi, at vit í altjóða høpi áhaldandi vísa, serliga yvir fyri UEFA, at vit megna at verða við og geva okkara íkast til felagsskapin. Tað gjørdu vit so dyggiliga, um vit sjálvi skulu siga tað, og tað er eisini afturmeldingin frá umboðnum hjá UEFA, sum var til ráðstevnuna, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen, [email protected]