Fróði Benjaminsen og U17-dreingirnir hava fyrireikað seg væl til NM kappingina, men teir ásanna samstundis, at talan allarhelst verður um nakrar truplar dystir
——————
– Vit leggja fyri ímóti Danmark, sum í sínum fyrsta dysti vann heili 6-2 móti Noreg. So tað verður allarhelst trupult, men vit fara sjálvandi at gera okkara besta.
Tað sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM kappingini, sum er í Finnlandi.
Ferðalagið fór av landinum týsdagin, og umvegis Keypmannahavn varð flogið til Helsinki, og haðani koyrt við bussi í tríggjar tímar til Lappenratti, har kappingin verður spæld.
– Vit hava vant í dag (red. mikudag) og hava eina venjing í morgin, og eg haldi at okkara dreingir eru væl fyri. So nú gleða vit okkum til dystirnar, og koma í gongd við kappingina, sum væntandi kann menna hesar dreingirnar enn meir, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska liðið er í bólki saman við Danmark og Noregi. Dystirnir verða spældir 4. og 6. august, og týsdagin 8. august eru plaseringsdystirnir á skránni. Tá skulu okkara dreingir møta annaðhvørt Finnlandi, Svøríki ella Ísrael.
Skráin
4. aug. Føroyar – Danmark
6. aug. Føroyar – Noreg
8. aug. Plaseringsdystir
Myndir: Ingi Arge