Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar, sum seinni í mánaðinum skulu á venjingarlegu í Spania

——————

Tveir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum fer á venjingarlegu í Barcelona í Spania.

Hósdagin 24. septembur verður spælt ímóti Andorra, og sunnudagin 27. septembur ímóti spanska liðnum CE Sabadell.

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17-liðnum, og hann hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Barcelona.

Hópurin
Ísakur Petursson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Olivur Joensen, FC Suðuroy
Jónas Sigtórsson, HB
Leon Samuelsen, HB
Filip Jovevic, ÍF
Jayden Sackity Joensen, ÍF
Absalon Sørensen, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

Áðrenn fráferð eru tvær venjingar á Tórsvølli á skránni, sum vera sunnudagin 13. septembur og týsdagin 15. septembur.

Venjingarlegan í Spania er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður á Kýpros síðst í oktobur. Tá vera mótstøðulondini Kýpros og Rumenia.