Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli. Roknskapurin varð lagdur fram, og hann vísti eitt yvirskot upp á slakar hundrað túsund krónur
——————
Árið í fjør hilnaðist hampuliga væl fyri Fótbóltssamband Føroya. Hetta kom fram á árliga aðalfundinum, sum varð hildin í Trinstovuni á Tórsvølli leygardagin.
Roknskapurin fyri 2023 varð lagdur fram, og vísti hann eitt yvirskot upp á slakar hundrað túsund krónur.
Vanliga eru umboð fyri UEFA við á aðafundunum hjá FSF, og í ár var tað fyrrverandi aðalskrivarin í svenska fótbóltssambandinum, Håkan Sjöstrand, ið luttók. Í røðuni róði Håkan Sjöstrand millum annað aftur á minniliga sigurin á Eysturríki í Landskrona í 1990, og tá KÍ farna kappingarár sendi svensku meistararnar úr Europa League kappingini.
Í formansfrágreiðingini kundi forsetin, Christian Andreasen fegnast um stóru framgongdini og methøgu luttøkuna í føroyskum fótbólti seinastu árini. Ongantíð áður hava fleiri spælt fótbólt, og hetta er serliga orsaka av góðum barna- og ungdómsarbeiði í feløgunum kring landið.
Síðani 2020 er talið av íðkandi fótbóltsspælarum í aldurinum 5 til 17 ár á gentusíðuni økt við 27 prosentum, meðan sami aldursbólkur á dreingjasíðuni er øktur við 20 prosentum.
Annars var einki stórvegis mál á skránni, annað enn, at limirnir í yvirkærunevndini og aganevndini stóðu fyri vali. Øll tóku við afturvali, og vórðu einmælt vald fyri næstu tvey árini.
Talan gjørdist tískil um ein skjótan, góðan og siðiligan fund, ið varð avgreiddur eftir góð trý korter.
Aðalfundurin endaði við at FSF forsetin tók samanum, og síðan bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.
Myndir: Hans Erik Danielsen