Um vikuskiftið vórðu finaluumførini í FUTSAL-kappingini spæld. Hjá dreingjum vunnu B36, Víkingur og EB/Streymur, meðan HB og AB vunnu kappingarnar hjá gentum

Farna leygardag og sunnudag vóru ítróttarhallirnar á Kambsdali og á Eiði karmur um finaluumførini í FUTSAL-kappingunum, sum FSF hevur skipað fyri í vetur.

 

Sum heild eydnaðist kappingin væl, og nú eru allir vinnararnir funnir.

 

Endaligu støðurnar gjørdust hesar
Dreingir U12: B36
Dreingir U14: Víkingur
Dreingir U16: EB/Streymur
Gentur U12: HB
Gentur U14: AB
Gentur U17: HB

 

Myndir av FM-vinnarunum og bólka vinnarunum síggjast her: FUTSAL 2016-2017