Føroysku ungdómslandsliðsvenjararnir eru farnir undir fyrireikingarnar til dystir og kappingar, sum eru á skránni í hesum árinum
Tað er ein drúgv skrá, ið stendur fyri framman hjá føroysku ungdómslandsliðunum í 2016. Umframt árligu EM undan undankappingarnar, eru UEFA menningarkappingar, venjingar dystir og aðrar smærri kappingar á skránni í ár.
Fyrireikingarnar til ymsu uppgávurnar eru so smátt farnar í gongd, og flestu landsliðni hava havt sínar fyrstu úttøkuvenjingarnar.
Ætlanin er at hvørt landslið skal hava eina til tvær venjingar um mánaðin – alt eftir hvat er á skránni í feløgunum og í mun til kappingina – og til hvørja venjing verða eini 25-30 spælarar boðsendir. Hetta verður gjørt fyri at landsliðsvenjararnir kunnu síggja so nógvar spælarar sum tilber ígjøgnum alt árið.
Hvørjir spælarar skulu møta til úttøkuvenjingar, og hvar og nær vant verður, verður kunngjørt á heimasíðuni hjá FSF. Yvirlitið sæst ovast á breddanum, undir "Úttøkuvenjingar", og í einari av "Tema-boksunum" á forsíðuni. Har afturat verður kunning send til avvarðandi felag og venjara.