Týsdagin í komandi viku er seinasta freist at søkja størvini, um at gerast “Fótbóltsmennari” hjá FSF. Nakrar umsóknir eru komnar, og fleiri av teimum eru frá útlendingum
– Nakrar umsóknir eru komnar, men nú freistin at søkja nærkast, koma væntandi fleiri. Vert er eisini at nevna, at fleiri av umsóknunum, ið vit higartil hava móttikið, eru frá útlendingum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Týsdagin 6. september er seinasta freist at søkja eitt av størvunum, at gerast "Fótbóltsmennari" hjá FSF.
Nærri kunning um størvini kann síggjast her: Fótbóltsmennari hjá FSF
Pætur Clementsen var herfyri gestur í FSF Varpinum, har hann greiddi nærri frá hvat tað inniber, at gerast Fótbóltsmennari fyri FSF. Sendingin kann síggjast her: Hvat er ein "Fótbóltsmennari"?