Leygardagin 4. februar skipar FSF fyri málmansvenjaraskeiði, ið hevur til endamál at geva málmansvenjarum, sum hava M2 útbúgvingina, møguleikan at uppstiga sína útbúgving til “UEFA Goalkeeper B”

——————

Sum liður í arbeiðinum at menna málmansvenjarapartin í føroyskum fótbólti, og sum eisini er í tráð við øktu krøvini frá UEFA, verður í næstum skipað fyri einum serligum skeiði fyri venjarum, ið frammanundan hava M2-málmansvenjaraútbúgvingina.

Skeiðið verður á Tórsvølli leygardagin 4. februar.

Endamálið við skeiðnum er at geva teimum, ið hava M2-útbúgvingina, møguleikan at uppstiga útbúgvingina til “UEFA Goalkeeper B”. Málið er eisini, at í heyst verður farið undir eitt fullfíggjað “UEFA Goalkeeper B”-skeið, sum tekur 60 tímar, og sum kemur í staðin fyri M2-útbúgvingina.

Framyvir verður tað nevniliga krav, at tá lið taka lut í evropeiskum fótbólti – og hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn – at teirra málmansvenjarar hava “UEFA Goalkeeper B” útbúgvingina.

Høvuðsundirvísari á skeiðnum, sum verður 4. februar, verður Per Magne Misund, ið dagliga arbeiðir sum málmansvenjari hjá Molde FK í Noregi. Afturat honum kemur fysiski venjarin hjá FSF, Eli Leifsson eisini at hava ein part av undirvísingini.

Freistin at boða frá luttøku er 23. januar, og tá freistin er farin, fáa tey, ið hava meldað til, eina skrivliga uppgávu, ið skal latast FSF innan 30. januar. Innlating av uppgávuni er treyt fyri at luttaka á skeiðnum.

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.