22 spælarar luttóku, tá FSF í farnu viku skipaði fyri úrvalsvenjing í Suðuroynni. Eftir ætlan skulu hesar venjingar koma í eina fasta legu, eins og úrvalsvenjingarnar, sum mikudagar eru á Tórsvølli og á Svangaskarði

——————

Seinastu mongu árini, hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri regluligum úrvalsvenjingum á Tórsvølli og á Svangaskarði. Venjingarnar hava serliga verið fyri U15 aldursbólkarnar hjá bæði gentum og dreingjum.

Tað er tíverri eitt sindur avbjóðandi fyri spælarar úr Suðuroynni at luttaka til hesar venjingar. Kortini kemur tað meir enn so fyri, at spælarar úr FC Suðuroy, TB og Royn leita sær norðurum, og javnan eru teir at síggja á Tórsvølli mikudagar, tá úrvalsvenjingarnar vanliga eru á skránni.

Men nú eru ætlanir um at fara undir skipaðar úrvalsvenjingar í Suðuroynni.

– Vit ynskja at geva feløgunum og ungu spælarunum í oynni sama tilboð – ella so tætt við sama tilboð sum tilber, ið spælarar norðanfjørðs fáa – og tí eru vit farin undir at skipa fyri regluligum úrvalsvenjingum í Suðuroynni. Vit eru tó væl vitandi um, at hetta ikki vigar upp ímóti vikuligu úrvalsvenjingunum á Tórsvølli og á Svangaskarði, men vónandi er hetta ein gongd leið, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Í farnu viku var U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein við Stórá í Trongisvági, har hann hevði venjing við U15 og U17 spælarum úr allari oynni, og longu í hesari vikuni fara mennarar hjá FSF aftur á vitjan hjá suðuroyarfeløgunum.