Umframt Miðnám á Kambsdali, eru Glasir og Klaksvíkar HF-skeið nú eisini vorðin partur av FSF Úrvalstilboðnum. Freistin at melda til 15. mars 2019

– Hetta er eitt stórt stig rætta vegin í strembanini eftir at geva okkara ungu spælarum bestu fortreytir at mennast. Í nógv ár hevur verið tosað um tørvin á at økja um venjingarmongdina og sum heild at geva úrvalsspælarum møguleikan at venja meira saman, og ikki bara á ungdómslandsliðunum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Tann 5. februar kundi FSF boða frá, at til komandi skúlaár fór Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við Miðnám á Kambsdali, at bjóða eitt serligt ”FSF Úrvalstilboð”. Hetta sama tilboð verður nú eisini møguligt á Glasir og á Klaksvíkar HF-skeiði.

 

Málbólkurin eru seriøsir fótbóltsspælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meir við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið.

 

– Tað er ofta í hesum aldurinum, at spælarar taka avgerðina um at satsa upp á fótbóltin, og tá verður FSF Úrvalstilboðið eitt gott og alneyðugt ískoyti til gerandisdagin hjá hesum spælarum. Tað er tí gleðiligt at miðnámsskúlar eisini síggja týdningin av at spælarar/næmingar fáa ein so vælskipaðan gerandisdag sum gjørligt, og fegnast vit um at skúlarnir eru so jaliga sinnaðir, so eitt breitt samstarv letur seg gera, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Les eisini: FSF Úrvalstilboð á miðnámsskúlum

 

Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á “FSF Úrvalstilboðnum”. Í tí førinum hevur spælarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, at spælarin kann møta til ásettu venjingarnar, sum eftir ætlan verða týsmorgun og hósmorgun klokkan 08:00 til 09:30.

 

Freistin at melda til FSF Úrvalstilboðið er 15. mars 2019. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.

 

Nærri kunning um FSF Úrvalstilboðið sæst her: ÚRVALSTILBOÐ Á MIÐNÁMSSKÚLUNUM (NETHANDILIN)