Tíðindini um at Maurice Ross var uppsagdur sum venjari hjá Víkingi eftir bert 11 umfør í Betri Deildini loyptu hvøkk á, heldur Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, í FSF Varpinum

– Tað var eitt sjokk, og eg sá tað ikki koma, í øllum førum ikki beint nú. Eg veit væl, at teir liggja nummar fimm, men tað er so stutt fráliðið, at nógv kann broytast enn, og teir kunnu saktans koma inn aftur í FM-stríðið, sigur Oddbjørn Joensen.

 

Hann metir kortini, at KÍ fer at draga longra stráðið í dystinum móti føroyameistarunum, sum verður spældur í Sarpugerði sunnudagin kl 15:00.

 

Hoyr eisini, hvat FM-venjarin frá 2013 metir um hinar fýra dystirnar hetta umfarið. Dystirnir eru hesir: B36 – NSÍ, 07 Vestur – Skála, EB/Streymur – TB/FCS/Royn (hesir byrja klokkan 15:00) og AB – HB (klokkan 17:15).