Jonn Johannessen stóð fyri báðum málunum, tá føroyska U21-landsliðið týskvøldið vann 2-0 í EM-undankappingardysti móti Armenia
——————
Sámal Erik Hentze og hansara dreingir á U21-landsliðnum eru komnir væl frá byrjan í EM-undankappingini. Týskvøldið var fyrsti dysturin á skránni, og við tveimum málum frá Jonn Johannessen, varð Armenia sent av Svangaskarði við einum 2-0 tapi í skjáttuni.
Nærum allan dystin var føroyska liðið omaná, og tað gjørdi ikki útlitini fyri einum sigri verri, tá armenar stutt fyri hálvleik fingu ein mann riknan av vølli. Eftir hvíldina vaks trýstið á armenska málið, meðan gestirnir høvdu lítið og einki at koma við í framrættaða spælinum.
Sigurin var tískil fult uppiborin, og enn einaferð hevur U21-liðið prógvað, og teir kunnu geva størru londunum dygga mótstøðu.
Næsta uppgávan hjá U21-landsliðnum verður tann 2. september, tá útidysturin móti Armenia er á skránni. Og fýra dagar seinni, mánadagin 6. september, er aftur ein stór avbjóðing fyri framman, tá fransmenn koma á vitjan í Føroyum.
Hini londini í bólkinum eru Norðurmakedónia, Ukraina og Serbia.
Myndir: Hans Erik Danielsen og Heri Joensen