Fríggjakvøldið seta U21 dreingirnir hol á nýggja EM undankapping, tá Andorra kemur á vitjan í Klaksvík – kom við til upphiting frá kl. 16.00
Ársins fyrsti landsdystur á heimavølli verður fríggjakvøldið kl. 18, tá U21 landsliðini hjá Føroyum og Andorra bresta saman við Djúpumýru. Talan er um fyrsta dystin, síðan Eyðun Klakstein um ársskiftið tók við sum venjari, og í Klaksvík verður nógv gjørt burturúr fyri at skapa stemning til dystin.
Frá kl. 16.00-17.30 skipa Skansin, Bláa Bylgjan og KÍ fyri upphiting á Akursmørk, har nógv spennandi er á skránni. Møguleiki verður eitt nú at royna ymisk fótbóltsspøl og hoppiborgir, umframt at andlitsmáling og tónleikur eisini er á skránni. Til ber eisini at vinna eina landsliðsblusu, spælarar frá kvinnulandsliðnum koma at skriva autografar, og harafturat vera grillpylsir, breyð og sunkist til øll.
Tiltakið er ókeypis og endar kl. 17.30, soleiðis at øll kunnu seta seg til rættis við Djúpumýru áðrenn dystarbyrjan kl. 18.00. Atgongumerki til dystin fáast til keyps fyri 95,- her. Tað er ókeypis atgongd fyri børn til og við 14 ár, men øll skulu tó vísa atgongumerki fyri at sleppa inn – atgongumerki til børn fáast eisini í nethandlinum hjá FSF.