Hóskvøldið 10. september skipaðu ÍSB og FSF fyri Unified 5-a-side kapping á Tórsvølli. Hetta er fyrstu ferð, at tílík kapping er roynd í Føroyum
Unified merkir, at ein við menningartarni hevur ein Unified partnara (ið ikki hevur menningartarn) og at hesir spæla á sama liði. Tað kann verða ein vinur, ein skúlafelagi, ein stuðul, eitt foreldur ella onkur annar.

Hetta er fyrstu ferð at Unified kapping verður roynd í Føroyum. Fýra lið luttóku og var kappingin skipað soleiðis, at øll spældu trýggjar dystir, ið vóru tvær ferðir 8 minuttir. Fimm spælarar vóru á hvørjum liði.

Luttakararnir hugnaðu og skemtaðu sær óført og løgdu nógv fyri at vinna dystirnar.

Kappingin varð skipað í samstarvið millum Ítróttarsambandið fyri Brekað og Fótbóltssamband Føroya.

Tróndur Ravnsfjall frá ÍSB, saman við Per Joensen og Edmund Jacobsen, venjararnir hjá fótbóltslandsliðnum fyri menningartarna, sum fyrr í ár luttók á Special Olympics í Los Angeles, skipaðu fyri kappingini.