FSF Varpið: Virksemið hjá ymisku ungdómslandsliðunum hjá FSF er stórt. Fleiri kappingar og dystir eru á skránni, og longu í januar byrjaðu fyrireikingarnar til eitt spennandi landsliðsár
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er nýggi tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen.
Í sendingini greiður Pætur frá tí virksemi, ið stendur fyri framman hjá føroysku ungdómslandsliðunum í hesum árinum.
Har afturat eru samrøður við Eyðun Klakstein, U19-landsliðsvenjara, og Áka Johansen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum.