Í døgunum 3. og 4. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt

– Vónandi verður tiltakið væl móttikið. Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar kring landið, uttan mun til útbúgving ella royndir. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsfótbólti, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
 
Fríggjadagin og leygardagin, 3. og 4. mars skipar FSF fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjing íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.
 
Á skránni verða spennandi fyrilestrar, umframt praktiskar venjingar á vøllinum. Fríggjadagin vera luttakararnir í gongd frá klokkan 17:30 til klokkan 21:00, og leygardagin frá klokkan 09:00 til klokkan 18:00, tá endað verður við felags døgurða.
 
Evni, sum verða á skránni hesar dagarnar, eru millum annað
– “Talent” hugtakið – hvat er eitt “talent”?
– Útveljing av leikarum – skulu vit velja út? Nær og hvussu?
– Tann góða barna- og ungdómsvenjingin – anno 2017
– Tað gevandi venjaraumhvørvi
– Gentufótbóltur – avbjóðingar og møguleikar
– Gjøgnumbrotsspæl – hvussu skapa vit kreativar lekarar?
– Rák og royndir í altjóða fótbólti – hvat merkir hetta fyri barna- og ungdómsvenjingina?
 
Seinasta freist at melda til ráðstevnuna er mánadagin 20. februar 2017. Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til Pætur Clementsen, [email protected]. Í teldupostinum skal upplýsast navn, teldupostur og fartelefon nummar.Luttøkugjaldið er 1.000 krónur.