Við sannførandi sigrum ímóti ávikavist MB og Royn, tryggjaðu Undrið FF og FC Suðuroy sær leygardagin víðari luttøku í kappingini um Løgmanssteypið

——————

Dystirnir í undanumfarinum í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældir leygardagin. Og úrslitini høvdu við sær, at Undrið FF og FC Suðuroy hava spælt seg víðari til 1. umfar, sum verður mikudagin 8. juli.

Á MB Arena, sum liggur á Oyrini í Miðvági, høvdu miðvingar vitjan av Undrið FF. Gestirnir úr Havn vóru sterkari, og vunnu til endans 6-2, eftir 4-2 leiðslu í hálvleikinum.

Og á Vágseiði í Vági var suðuroyaruppgerð ímillum FC Suðuroy og Royn, og heldur ikki her var nakar ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara. Heimaliðið vann heili 9-1, og skal møta 07 Vestur, tá 1. umfar er á skránni mikudagin 8. juli, meðan Undrið FF á útivølli skal spæla ímóti AB.

1. umfar mikudagin 8. juli
B68 – Víkingur
TB – ÍF
07 Vestur – FC Suðuroy
B71 – B36
Skála – FC Hoyvík
AB – Undrið FF
EB/Streymur – NSÍ
KÍ – HB