Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá HB og KÍ leygarkvøldið brustu saman í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum
——————
Ársins steypafinala hjá kvinnum var ein endurtøka av finaluni í fjør, sum heldur óvæntað endaði við sigri til HB. Tí høvdu klaksvíkskvinnur nakað at hevna, og tá avtornaði vunnu tær kongabláu 3-2. Men tað sá kortini leingi út til, at steypið aftur í ár skuldi enda í Gundadali.
HB fekk eina dreymabyrjan, tá Lea Lisberg legði tær reyð-svørtu á odda eftir sjey minuttum. KÍ svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki við máli sum Birita Ryan skoraði, og sostatt stóð á jøvnum 1-1 tá liðini fóru at hvíla seg.
Tá umleið 20 minuttir restaðu av dystinum, legði Julia Naomi Mortensen HB aftur á sigurskós við máli til 2-1, og sum minuttirnir gingu, og steypið nærkaðist Gundadali, vóru tað fá, sum trúðu, at dysturin fór at taka eina aðra vend.
Men fótbóltur kann vera eirindarleysur, og tað máttu tær í HB ásanna.
Eitt minutti inn í yvirtíðina javnaði Birita Ryan til 2-2, og meðan HB framvegis royndi at fóta sær, eftir at hava mist sigurin í evstu løtu, sló KÍ til aftur. Fýra minuttir seinni skoraði Durita Hummeland sigursmálið til 3-2, og so var stór frøi á teimum mongu klaksvíkingunum á Tórsvølli leygarkvøldið.
Ovurstóra gleðin hjá KÍ-kvinnunum stóð í skarpari andsøgn til vónbrotið hjá HB, sum hevði havt aðra hondina á steypinum stóran part av seinna hálvleiki. Men komandi árið fer Løgmanssteypið hjá kvinnum at hava heimstað á Djúpumýru í Klaksvík.
Aftaná dystin varð Brá Zakariasardóttir hjá HB kosin til dagsins spælara.
Myndir: Jóhanna Thomsen