Tað byrjaði í allar mátar sum eitt vakurt kvøld á Tórsvølli, men frá fyrsta bríksli vóru gestirnir greitt omaná
Tað var eitt skjótt og sera vælspælandi ukrainskt U21 landslið, sum vitjaði høvuðsstaðin í kvøld. Samstundis raktu teir ein dag, har føroysku dreingirnir ongantíð ordiliga komu upp á sítt besta støði. Tá knappur hálvur tími var spældur, legði Artem Bondarenko gestirnar á odda, og bert fimm minuttir seinni økti Vladyslav Supryaha til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Sama gongd helt fram í seinna hálvleiki, og við tveimum skjótum málum í ávíkavist 54. og 62. minutti, tryggjaði Ukraina sær ein tryggan sigur á Tórsvølli.
Vónbrotið sást væl á føroyska liðnum eftir dystin og venjarin dylir ikki fyri, at avrikið í kvøld kundi verið betri.
– Hetta var undir miðal í mun til, hvat vit vita at vit kunnu, og sum vit hava avrikað í øðrum dystum, sigur Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.
U21 landsliðið hevur nú bert ein dyst eftir í hesari undankappingini, og hann verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík týskvøldið 7. juni, tá Serbia kemur á vitjan.
Niðanfyri eru myndir frá dystinum millum Føroyar og Ukraina, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.