A-landsliðið við kvinnum tapti 4-0 móti Ukraina í Kovalivka í gjár


Tað kom ongantíð veruligur spenningur í dystin, tá Ukraina tók ímóti føroysku kvinnunum í triðja undankappingardystinum á hesum sinni. Heimaliðið hevði leikliga yvirvág frá fyrstu løtu og legðist eisini á odda, tá eitt korter av dystinum var spælt. Sum heild var føroyska liðið undir trýsti meginpartin av tíðini, og tá Ukraina so beint fyri hálvleik økti til 2-0, gjørdist tað ov trupult hjá føroyingum at svara aftur. 

Hóast møguleikar fyri góðum støðum komu í fleiri førum, so megnaðu kvinnurnar ongantíð veruliga at hótta heimaliðið, og við tveimum málum afturat í seinna hálvleiki, vann Ukraina sær ein heldur trivaligan sigur í dystinum, sum var teirra fyrsti í hesari undankappingini. 

Føroyska landsliðið ferðast nú heim úr Ukraina og hevur so tríggjar dagar til at reisa seg aftur, áðrenn seinasti heimadysturin í ár er á skránni. Hann verður nevniliga kl. 18.00 týskvøldið 26. oktober, tá Ungarn vitjar á Tórsvølli. Atgongumerki til dystin fáast til keyps í nethandlinum hjá FSF.

Myndir frá dystinum móti Ukraina: Bjarni Enghamar