Hósdagin fær Fótbóltssamband Føroya forkunnugan gest, tá forsetin í UEFA, Aleksander Ceferin, kemur á stutta Føroyavitjan

Fyrrapartin hósdagin lendir flogfarið við forsetanum í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, Aleksander Ceferin í Vágum. Síðani verður fari til Havnar, har Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er vertur fyri miðmála í Móttøkuhúsinum, og har fer UEFA-forsetin eisini at hitta løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

Eftir vitjanini í Móttøkuhúsinum, verður fari á Tórsvøll, har Aleksander Ceferin fer at hitta umboð fyri FSF, ið fara at greiða frá virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya, umframt at kunnu um útbyggingina av Tórsvølli, sum millum annað er stuðlað av UEFA.

 

Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er vertur fyri vitjanini, sum er stutt, tí longu seint seinnapartin fer UEFA-forsetin av landinum aftur.

 

Aleksander Ceferin varð valdur sum forseti í evropeisku fótbóltssamgonguni í 2016, eftir at Platini fór frá. Forsetaval í UEFA verður aftur komandi ár, og saman við hinum norðanlondunum stuðla Føroyar afturvali av Aleksander Ceferin.