Í samband við komandi HM undankappingardystirnar móti Ukraina og Skotlandi, bjóðar kvinnulandsliðið U9 liðum til fótbóltsvenjing á Tórsvølli mikudagin 31. august


Í næstum savnast A-landsliðið við kvinnum til teir báðar seinastu dystirnar í hesari HM undankappingini, og í tí sambandi vilja landsliðsspælararnir fegnir bjóða U9 gentum og dreingjum á Tórsvøll til eina stuttliga fótbóltsvenjing. Eftir eitt drúgt tíðarskeið við sosialum avmarkingum í samband við landsdystir, gleða spælararnir seg til aftur at kunna vera við til slík tiltøk, sigur Heidi Sevdal.

– Tað er altíð stuttligt at samlast við landsliðnum, og vit eru eisini eyka glaðar fyri, at vit hesaferð kunnu brúka eina løtu á vøllinum saman við fótbóltsglaðum børnum. Vit eru glað fyri stuðulin á áskoðaraplássunum, og við at skipa fyri venjing fyri U9 børnum, so vóna at vit at knýta enn tættari samband við tey, sum í veruleikanum eru framtíðin í føroyskum fótbólti. Tað gleða vit okkum ótrúliga nógv til, og vit vóna, at nógv lið koma til venjingina, sigur royndi landsliðsleikarin við heimasíðuna hjá FSF.

U9 venjingin, sum landsliðsspælararnir fara at standa fyri, verður á Tórsvølli mikudagin 31. august kl. 16-17. Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum U9 liðum, men neyðugt er við tilmelding. Venjarar kunnu melda síni lið til við at senda ein teldupost til [email protected], har felag og tal av leikarum verður upplýst. Freistin fyri tilmelding er sunnudagin 28. august.

Landsliðið spælir tveir dystir í hesum landsliðsumfarinum, og talan er um seinastu dystirnar í hesari undankappingini. Fríggjakvøldið 2. september kl. 18.00 tekur føroyska liðið móti Ukraina, og týskvøldið 6. september kl. 18.00 kemur Skotland á vitjan. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli, og til ber at ogna sær atgongumerki í nethandlinum hjá FSF.