Føroyska U21-landsliðið tapti fríggjadagin 1-0 á útivølli fyri Georgia. Men um eitt sindur av hepni var við okkara spælarum, kundi úrslitið saktans verði øðrvísi

– Sjálvt um vit taptu, so eru kortini ymisk viðurskifti í dystinum sum vit kunnu gleðast um og taka við okkum til komandi avbjóðingar, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

 

Tað gjørdist til eitt tepurt 1-0 tap fyri føroyska U21-landsliðið, tá teir fríggjadagin spældu á útivølli móti Georgia. Avgerandi málið skoraði Luka Zarandia tá tveir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

 

– Tað var kanska ikki heilt óuppiborið, at heimaliðið vann, men vit hildu sum dysturin leið, at vit saktans kundi havt fingið ta eina stigið. Tað eydnaðist tíverri ikki. Vit eru nøgdir við innsatsin, men iðra okkum almikið um úrslitið, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Samstundis sum Georgia og Føroyar spældu, tók Litava ímóti Finnlandi. Har drógu finnar longra stráðið, og vunnu 2-0.

 

Støðan í bólki C er tann, at Danmark hevur 12 stig, meðan Pólland hevur 11 stig. Síðani koma Georgia, Finnland og Føroyar við 7, 6 og 5 stigum. Aftast er Litava við trimum stigum.

 

Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður á Tórsvølli fríggjadagin 8. juni, tá Finnland kemur á vitjan.