U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze er sera væl nøgdur við U21-avrikið móti Póllandi. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Føroyski málskjúttin var Jákup L. Thomsen í 14. minutti

– Eg unni okkara spælarum so hjartaliga javnleikin móti Póllandi! Teir vístu vilja av stál, og samlaða avrikið var framúr. Gamaní høvdu póllendingar væl fleiri møguleikar enn vit, men vit høvdu ein málverja, ið tók sær av øllum. Besta málverjuavrikið higartil í allari kappingini.

 

Eli Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum er sera væl nøgdur og errin av 1-1 javnleikin, sum føroyska liðið stríddi seg til ímóti Póllandi farna fríggjadag. Føroyar komu á odda í 14. minutti, tá Jákup L. Thomsen rann seg leysan av pólsku verjuni, og legði bóltin trygt og hegnilsiga í málið hjá Póllandi.

 

Føroyska leiðslan helt sær til 72 minuttir vóru spældir, tá dómarin floytaði fyri brotssparki til Pólland. Og eins og í fyrra dystinum millum Føroyar og Pólland, var Dawid Kownacki tryggur úr ellivu metrum, og so var javnleikur 1-1.

 

Pólland trýsti seinastu løtuna fyri at fáa sigursmálið, men Karstin Hansen í føroyska málinum stóð ein branddyst.

 

– Spælararnir eiga stórt rós uppiborið fyri at klára at standa ímóti allan dystin á tamb. Teir vildu rætt og slætt ikki leggja kongin. Á Svangaskarði seinast hingu vit av álvara við høvdinum, tá finnar javnaðu í 78. minutti. Fríggjadagin javnaðu póllendingarnir og nógv tíð var eftir, men hesaferð hildu vit tætt. Fantastiskt!, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Næsti dystur hjá U21-landsliðnum verður á Svangaskarði fríggjadagin 12. oktober, tá litavar koma á vitjan.

 

Danmark er fremst í bólkinum við 16 stigum, eitt frammanfyri Pólland, sum hevur 15 stig. Føroyar eru á 5. plássi við 6 stigum, meðan Litava er aftast við 4 stigum.

 

Føroyar – Pólland 1-1 (0-1)

0-1: Jákup L. Thomsen, 14’

1-1. Dawid Kownacki (72’) (br.)

 

Føroyar: 12. Karstin Hansen, 2. Ari Olsen, 4. Jóannes K. Danielsen, 5. Bartal Wardum, 6. Jákup B. Andreasen, 7. Erlendur Magnusson, 10. Jákup L. Thomsen, 11. Meinhard E. Olsen, 13. Benjamin Heinesen (18. Búi Egilsson, 77’), 14. Bjarni Petersen og 15. Betuel Hansen (L) (9. Jóannes Bjartalíð, 59’).

 

Bonkur: 1. Rói Mørk Hentze, 3. Ólavur Niclasen, 8. Petur Knudsen, 16. Dan í Soylu og 17. Steinbjørn Olsen.