Gestur í FSF Varpinum hesaferð er U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen. Tosað verður um U21-landsliðið, sum í næstum skal spæla tveir EM-undankappingardystir, og 21. umfar í EFFO-deildini

Týsdagin almannakunngjørdi Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari, føroyska hópin til dystirnar ímoti Russlandi og Aserbadjan, sum í næstum verða á Svangaskarðu á Toftum og í Baku í Aserbadjan. Dystirnir vera ávikavist 1. og 6. september.

Men hvat skulu vit vænta av teimum 18 spælarunum, ið venjarin hevur boðsent?

 

At svari hesum spurningi, og at meta um 21. umfar í EFFO-deildini, hevur FSF Varpið og Tróndur Arge fingið vitjan av Bill McLeod Jacobsen.