Venjararnir hjá U21-landsliðnum, Bill M. Jakobsen og Eli Hentze, hava sent boð eftir 22 spælarum til venjing á Tórsvølli í komandi viku
Bill McLeod Jakobsen og Eli Hentze eru so smátt farnir undir fyrireikingarnar til komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum.

Sum partur av endaligu úttøkuni í samband við fyrsta dystin í kappingini, hava venjararnir sent boð eftir 22 spælarum til venjing á Tórsvølli í komandi viku.

Fyrr í ár høvdu U21-venjararnir 29 spælarar til venjing, og nú hava teir so valt at hyggja nærri eftir øðrum spælarum. Meginpartin av teimum, ið nú hava fingið boð, spæla í 1. deild.

Teir 22, sum landsliðsvenjararnir hava sent boð eftir hesaferð, eru hesir:

Jákup F. Hansen, Sølvi Egilson og Jákup Sveinbjørn Olsen, 07 Vestur
Niklas Thomsen, Dan í Soylu og Karstin Højgaard, AB
Albert Róin Jóhannesen, Leivur Højgaard og Ari Jóhannesen, B68
Jóhan Hendrik Lydersen, Marcus Clementsen og Aron Clementsen, B71
Elias Rasmussen, Magnus Jarnskor og Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Karl Martin Danielsen og Benjamin Heinesen, B36
Rói H. Olsen, EB/Streymur
Fríði Sigurðsson, KÍ
Símun Petur Poulsen, Skála.
John Daniel Guðjónsson, ÍF
Bartal Wardum, HB

Fyrsti dystur hjá U21-landsliðnum í komandi EM-undankapping verður á Svangaskarði mikudagin 17. juni, tá Aserbaijan kemur á vitjan í Føroyum. Endaligi hópurin verður úttikin góðar tvær vikur áðrenn.

Umframt Føroyar og Aserbaijan, eru hini londini í bólkinum Finnland, Týskland, Russland og Eysturríki.