Føroysku U21-landsliðsvenjarar hava nú endaliga hópin kláran til dystin móti Týsklandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 13. oktober, kl. 17:30
Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið 24 spælarar til EM-undankappingardystin móti Týsklandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 13. oktober, kl. 17:30.
Nakrar broytingar eru gjørdar í hópinum hesaferð, í mun til dystin í Finnlandi fyri einum mánaða síðan.
Liðskiparin ímóti finnum, Haraldur Højgaard, Gunnar Vatnhamar og Elias Rasmussen hava givið avboð. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Dánjal Godtfred úr FC Suðuroy, Aron Clementsen úr B71, Niklas Thomsen úr AB. Har afturat hava Bill og Eli eisini úttikið Jákup F. Hansen úr 07 Vestur.
Føroyski hópurin hevur vant tvær ferðir hesa vikuna, og sum heild hava venjarar og spælarar góðar vónir fyri einum góðum úrsliti ímóti Týsklandi.
Teir 24, ið hava fingið U21-landsliðsboð, eru hesir:
Jonas Gejel Hansen, TB
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Benjamin Heinesen, B36
Jógvan Jakobsen, B1908 (DEN)
Andrias Eriksen, B36
Hákun Edmundsson, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Leivur Joensen, ÍF
Fríði Sigurðsson, ÍF
Niklas Thomsen, AB
Teitur Olsen, TB
Dánjal Godtfred, FC Suðuroy
Poul Ingason, HB
Karstin Højgaard, AB
Gestur B. Dam, B36
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Meinhard Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
Aron Clementsen, B71
Jákup Andreasen, KÍ
Bartal Wardum, HB
Patrik Johannesen, TB
Emil S. Carlsen, Vanløse (DEN)
Jákup F. Hansen, 07 Vestur
Magnus Egilsson, AB
Til sjálvan dystin verður hópurin skorin niður til 18 spælarar.
Seinast føroyska U21-landsliðið møtti Týsklandi var 15. oktober fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina vunnu týskarar ein tepran sigur, úrslitið gjørdist 3-2 til Týskland. Málini hjá Føroyum gjørdu Árni Frederiksberg og Hørður Askham.