Hósdagin 2. juni skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá finnar koma hendan vegin á vitjan. Og sambært Jóannesi Bjartalíð er tað av stórum týdningi, at okkara spælarar trúgva meir uppá egin evnir
Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá føroyska U21-landsliðnum í hesari undankappingini. Liðið hevur tapt allar dystirnar, og hevur sostatt framvegis sítt fyrsta stig til góðar. Kortini hava glottar verið at hóma, serliga seinastu dystirnar, sum hava verið ímóti Týsklandi og Eysturríki.
Næsti dystur hjá okkara ungu monnum er um eina stóra viku, tá finnar vitja á Tórsvølli. Og sambært Jóannesi Bjartalíð, ið av álvara hevur sligið sítt navn fast í føroyskum fótbólti, so ber væl til at fáa eitt gott úrslit ímóti Finnlandi hesaferð, í mun til dystin í Vantaa í Finnlandi í fjør, ið endaði við 3-0 sigri til finnar, og sum skoraðu øll málini í fyrra hálvleiki.
– Vit spældu ein øgiliga ringan fyrra hálvleik í Finnlandi. Tá vóru vit slett ikki ordiliga klárir frá dystarbyrjan. Men tað skulu vit vera hesaferð, og helst allar 90 minuttirnar, pluss yvirtíðina. So skal úrslitið nokk koma, sigur Jóannes Bjartalíð.
Higartil í ár hevur unga stjørnuskotið í KÍ havt eitt gott kappingarár, og í fleiri øðrum feløgum hava nógvir ungir spælarar fingið møguleikan. Hetta kemur vónandi eisini at síggjast aftur, tá U21-landsliðið fer á vøllin í komandi dystum.
– Eg haldi vit hava eitt gott lið hesaferð, men vit mugu trúgva meir uppá egin evnir. Onkuntíð haldi eg, at vit hava hug at undirmeta okkum sjálvar. Um allir megna at geva nøkur eyka prosent, sum eg veit, vit eiga í okkum, so klára vit Finnland, sigur Jóannes Bjartalíð at enda.
EM U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni, klokkan 18:00. Ókeypis atgongd er til dystin.
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í Finnlandi – Myndir: Hans Erik Danielsen