Bill M. Jacobsen og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Russlandi. Seks broytingar eru gjørdar í mun byrjunaruppstillingina seinast
Seinnapartin klokkan fýra spælir føroyska U21-landsliðið fjórða dystin í undankappingini til EM 2017. Dysturin verður á Kuban Leikvøllinum í Krasnodar í Russlandi. Kring vøllin eru pláss fyri umleið 35.000 áskoðarum, og russisku fyrireikaranir vænta at eini 5.000 áskoðarar vera til dystin.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til stóru uppgávuna, og nú er greitt hvørjir teir fyrstu ellivu verða, tá dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 16:00 føroyska tíð (klokkan 19:00 lokala tíð).

U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava framt seks broytingar á liðnum í mun til byrjunaruppstillingina ímóti Týsklandi fyri einum mánaða síðani.

Elias Rasmussen verður í mál, og í verjuni vera Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad og Ári Mohr Jónsson.

Á føroyska miðvøllinum byrja Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen, Jonas G. Hansen og Patrik Johannesen. Framrættaður miðvallari verður Gestur B. Dam, meðan Magnus Egilsson verður á álopinum.

Eykaspælarar vera Fríði Sigurðsson, Aron Clementsen, Karstin Højgaard, Dánjal Godtfred, Jákup F. Hansen og Gunnar Vatnhamar.

U21 EM-undankappingardysturin millum Russland og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá russiska fótbóltssambandinum, www.rfs.ru. Byrjað verður at senda fimm minuttir áðrenn avspark.


Myndir: Hans Erik Danielsen