Tað verður við nýggjum sentralum miðvølli frá byrjan, tá U21-landsliðið fer á vøllin móti Georgia. Dysturin verður á Tengiz Burjanadze Stadion í Tblisi fríggjadagin kl. 15:00

– Maður kemur sum kunnugt í mans stað, og vit kenna okkum púra sannførdar um, at innsatsurin hjá nýggju monnunum á ongan hátt fer at mangla. So vit gleða okkum til at síggja teir í dysti, sigur Eli Hentze, U21-venjari við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fríggjadagin klokkan 15:00, føroyska tíð, spælir føroyska U21-landsliðið sín sætta dyst í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið er Georgia, og tá liðini møttust á Tórsvølli í oktober mánaða í fjør, gjørdist úrslitið 3-1 til Føroyar.

 

– Vit byrja við einum rættuliga nýggjum sentralum miðvølli, samanborið við undanfarnar dystir í hesari kappingini. Men vit fara sjálvandi eftir at fáa stig, helst øll trý stigini, sigur Eli Hentze í stuttari viðmerking úr Tblisi í Georgia.

 

Undan dystinum eru Føroyar á 3. plássi í bólkinum við fimm stigum, eitt meir enn Georgia, sum er á 4. plássi. Danmark er fremst við 12 stigum, Pólland hevur 11, meðan Finnland og Litava hava 3 stig í part.