Leingi sá út til at føroyska U21-landsliðið fór at vinna á útivølli ímóti Aserbadjan. Men tveir minuttir fyri leiklok javnaði heimaliðið til 1-1
Tað eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at fáa eitt stig í torføra útidystinum í Baku í Aserbadjan. Tað sá annars leingi út til, at okkara fóru at fáa øll stigini, men í 88. minutti javnaði Aserbadjan til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Føroyska málið skoraði Ári Mohr Jónsson fimm minuttir fyri hálvleik.

Næsti dystur hjá okkara U21-monnum, sum er tann seinasti í hesari undankappingini, verður á heimavølli 7. oktober, tá eysturríkar koma á vitjan.