Bill Mcleod Jacobsen og Eli Hentze, U21-landsliðsvenjarar hava sett nøvn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Aserbadjan
– Fyrireikingarnar hava gingið væl, og allir spælararnir eru tøkir til dystin í dag. Hetta verður ein stór uppgáva, og hitin verður eisini ein avbjóðing, Men vit hava altíð góðar vónir, sigur Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari.

Klokkan trý seinnapartin skal føroyska U21-landsliðið royna seg á útivølli ímóti Aserbadjan. Dysturin verður spældur á Dalga Arena í Baku.

Teir fyrstu ellivu, ið venjarin, Bill McLeod Jacobsen sendur á vøllin, eru hesir (4-5-1):
Niklas Thomsen, Dávid Langgaard, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Bjartalíð, Jonas Gejel Hansen, Gestur Bogason Dam, Jákup Vatnhamar Olsen, Teit Jacobsen og Jákup Ludvig Thomsen.

Føroyski bonkurin sær soleiðis út:
Karstin Hansen, Jákup F. Hansen, Magnus Egilsson, Patrik Johannesen, Petur Knudsen og Hannis Agnarsson.

Eftir ætlan verður eitt ”sjónvarps-link” at síggja á Facebook-vanganum hjá FSF tá dysturin fer at byrja.