Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin móti Finnlandi, sum verður á Svangaskarði fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00

– Oftani verður sagt, at um ein vinnur eitt stig á útivølli, so skulu vit vænta trý stig heima. Men hetta verður ein stór uppgáva, og skulu vit fáa stig, so krevst, at allir á og uttanfyri vøllin gera sítt allar ítarsta. Tað skal kortini eingin ivi vera um, at vit fara eftir øllum, sigur Eli Hentze, venjari.

 

Fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00 fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Finnland kemur á vitjan á Svangaskarði á Toftum. Seinast Føroyar og Finnland møttust í U21-landsliðið var í september í fjør, og tá gjørdist úrslitið javnleikur 1-1. Føroyski málskjúttin var Meinhard Egilsson Olsen.

 

Fyrireikingarnar til heimadystin eru so smátt farnar í gongd, og nú góðar tríggjar vikur áðrenn dystin hevur U21-venjarin, Eli Hentze, saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, úttikið 20 spælarar, ið skulu dystast við finnar.

 

Hópurin

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, Skála

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Salmundur Bech, TB/FCS/Royn

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Hannes Agnarsson, B36

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Høgni E. Nielsen, 07 Vestur

Petur Knudsen, NSÍ

Adrian Justinussen, HB

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup L. Thomsen, Thisted FC (DEN)

 

Ókeypis atgongd er til U21-landsdystin millum Føroyar og Finnland.