Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið føroyska U21-hópin til dystin móti Týsklandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 13. oktober. Men hóast sterka mótstøðu, er høvuðsvenjarin bjartskygdur
Julian Brandt (Bayer Leverkusen), Joshua Kimmich (Bayern Munchen) og Maximilian Arnold (Wolfsburg). Felags fyri hesar tríggjar er, at teir vóru á vøllinum, tá annað umfar av bólkaspælinum í ársins Champions League varð spælt.

Men teir eru eisini týskir U21-landsliðsspælarar, og sannlíkt er, at teir vera ímillum mótstøðumenninar, tá føroyska U21-liðið fer á Tórsvøll týsdagin 13. oktober, klokkan 17:30, at spæla triðja undankappingardystin til EM 2017.

– Fyri tveimum árum síðani spældu vit í Kassel í Týsklandi. Rammurnar vóru framúr og eg havi sjálvdan sæð eitt føroyskt lið avrika so væl sum tað kvøldið. Tvær ferð vóru vit á odda, og móti endanum av dystunum vóru tað enntá vit, ið trýstu. So sjálvt um dysturin endaði 3-2 til Týskland, so var tað eitt stórt úrslit, sigur Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum.

Eins og fyri tveimum árum síðani, tá spælarar sum Ter Stegen (FC Barcelona), Emre Can (Liverpool) og Kevin Volland (Hoffenheim) vóru á týska U21-liðnum, so hava týskarar nú aðrar fótbóltsstjørnur, ið skulu á vøllin móti Føroyum. Men hóast á pappírinum sterku mótstøðuna, er føroyski venjarin bjartskygdur.

– Hetta er kortini ein fótbóltsdystur sum allir aðrir og hvør veit, um hetta ikki fer at verða kvøldið, ið vit fara at tosa um í framtíðini, tá Føroyar vunnu á Týsklandi, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Teir 23, ið Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava boðsent til dystin móti Týsklandi, eru hesir:

Elias Rasmussen, Víkingur
Fríði Sigurðsson, ÍF
Leivur Joensen, ÍF
Benjamin Heinesen, B36
Teitur J. Olsen, TB
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Magnus Egilsson, AB
Emil Sandbech Carlsen, Vanløse IF (DEN)
Jonas Gejel Hansen, TB
Bartal Wardum, HB
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Haraldur R. Højgaard, NSÍ
Hákun Edmundsson, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Andreasen, KÍ
Gestur Bogason Dam, B36
Patrik Johannesen, TB
Jógvan á Lag Jakobsen, B1908 (DEN)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
Poul Ingason, HB
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Karstin Højgaard, AB