Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum 23. mars skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Georgia

– Eg gleði meg sum ein smádrongur til dystin! Soleiðis segði ein av úttiknu spælarunum, sum eg tosaði við fyrr í vikuni. Og eg skilji hann fult og heilt, tí eg havi júst somu kenslu, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

 

Fríggjadagin 23. mars skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá EM-undankappingardystur á útivølli móti Georgia er á skránni. Lítil ivi er um, at uppgávan fyri framman verður sera avbjóðandi fyri føroyska hópin, men uppgávan er ikki fremmand.

 

– Teir hava nógvar dugnaligar einstaklingar, sum av álvara kunnu geva okkum trupulleikar. Men vit eru eisini vitandi um teirra veikleikar, og teimum skulu vit royna at gera brúk av, sigur Eli Hentze.

 

Føroyska U21-liðið hevur staðið seg væl í undankappingini higartil. Eftir fimm dystir eru Føroyar á 3. plássi í bólkinum við fimm stigum, sum eru komin aftaná tveir javnleikir móti ávikavist Finnlandi og Póllandi, og í heimasigri á Georgia.

 

– Vit vilja sjálvandi halda fram við góðu gongdini. Men til tess er fyrsti og fremsti setningurin, at allir hópurin við eyðmýkt letur seg í arbeiðshandskarnar og hjálpir vinmanninum undir liðini í einum og øllum sum fer fram í leiki, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Teir 18, ið eru úttiknir, eru hesir

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, Skála

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Erlendur Magnusson, B36

Benjamin Heinesen, B36

Daniel Johansen, HB

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Jann Julian Benjaminsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard E. Olsen, B36

Janus S. Samuelsen, 07 Vestur

Jákup L. Thomsen, Thisted (DEN)

 

10. oktober í fjør spældu Føroyar og Georgia U21-landsdyst á Tórsvølli, og tá gjørdist úrslitið 3-1 til Føroyar. Meinhard E. Olsen, Jákup L. Thomsen og Teit Jacobsen gjørdu føroysku málini.