Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið U21-landsliðið, ið 8. september skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Finnlandi
Týsdagin 8. september skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá finnar taka ímóti á ISS Stadion í Vantaa í Finnlandi.

Talan er um næsta dystin í undankappingini til EM 2017, sum um tvey ár verður í Póllandi.

Í hesum sambandi hava venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze úttikið hesar 18 spælararnar:

Elias Rasmussen, Víkingur
Leivur Joensen, ÍF
Benjamin Heinesen, B36
Teitur J. Olsen, TB
Poul N. Mikkelsen, ÍF
Jónas Gejel Hansen, TB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Poul Ingason, HB
Hákun Edmundsson, NSÍ
Meinhard Olsen, Vendsyssel (DEN)
Niklas Thomsen, AB
Bartal Wardum, HB
Haraldur Højgaard, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Karstin Højgaard, AB
Gestur B. Dam, B36
Tórur Justesen, KÍ

U21-landsdysturin ímillum Finnland og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 16:30, føroyska tíð.

Fyrsti dystur í undankappingini til EM 2017 var fyrr í ár spældur á Svangaskarði, har Aserbadjan vann 1-0.