Seks leikarar av teimum 28, ið upprunaliga vórðu úttiknir á U21-landsliðnum, hava givið avboð til dystin ímóti Aserbaijan, sum verður á Svangaskarði mikudagin í komandi viku
U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze verða noyddir at síggja burtur frá seks leikarum til dystin ímóti Aserbaijan.
Upprunaliga vórður 28 spælarar úttiknir, men nú er greitt, at Hørður Askham, Gestur B. Dam, Heri Kjærbo, Patrick Johannessen, Rasmus Dan Sørensen og Teitur Olsen av ymsum orsøkum ikki vera tøkur til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping.
– Hetta kemur sjálvandi sera illa við, men maður kemur í mans stað, so vit hava kortini onga orsøk at óttast, sigur Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari.
Fyrireikingarnar hjá U21-liðnum byrja av álvara hósdagin klokkan 18:30, tá venjingardystur ímóti EFFO-liðnum hjá NSÍ er á skránni.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Aserbaijan verður á Svangaskarði á Toftum mikudagin 17. juni klokkan 17:00.